140x140

Ozonoyðandi evni

Ozonoyðandi evni kunnu, sum navnið sipar til, oyða ozonlagið. Ozonlagið, sum er á leið 10 km frá jørðini, verjir jørðina móti skaðiligum strálum frá sólini. Tá minni er til av ozoni, gerst ozonlagið tynnri og sagt verður, at "hol" er í ozonlagnum. Jú tynri ozonlagið er, jú fleiri skaðiligar strálur koma tá niður á jørðina. Skaðiligu strálurnar kunnu elva til krabbamein í húðini og tálma vøkstri av plantum og algum.

Nógv ymisk ozonoyðandi evni eru til. Í Føroyum hevur nýtslan av ozonoyðandi evnum mest fevnt um nýtslu av kølievnunum CFC og HCFC (freon) og av eldsløkkievninum halón.

Síðani 31. desember 2016 hevur øll nýtsla av ozonoyðandi evnum í Føroyum verið bannað.

CFC og HCFC (freon)

Millum mest brúktu ozonoyðandi evni í Føroyum gjøgnum tíðirnar eru kølievnini av CFC og HCFC slagnum. T.d. varð CFC-112 nógv brúkt sum kølievni í køliskápum og øðrum køliskipanum. CFC'ir hava stóra ozonoyðandi megi, og tí samdust heimsins lond tíðiliga um at steðga nýtsluni. Eingin vinnulig nýtsla av CFC-um er longur í Føroyum.

Í staðin fyri CFC-ini komu HCFC-ini, sum eisini virka oyðandi á ozonlagið, tó í nógv minni mun. Síðani 31. desember 2014 hevur ikki longur verið loyvt at innflyta R-22. Síðani 31. des. 2016 hevur ikki longur verið loyvt at brúka R-22. Øll, sum eiga R-22 køliskipanir, eiga at taka tær úr nýtslu.

Halón

Halón er eitt sera virkið eldsløkkingarevni, sum í nógv ár var brúkt á landi og umborð á skipum.

Í kunngerðini um ozonoyðandi evni er ásett, at eldsløkkiskipanir, eldsløkkjarar og aðrar vørur og útbúnaður, sum innihalda halón skulu vera tikin úr nýtslu innan 31. desember 2013. Í oktober 2012 fingu reiðarí og viðkomandi feløg bræv frá Umhvørvisstovuni og Sjóvinnustýrinum, har mint varð á, at halón eldsløkkiskipanir skulu skiftast út innan 1. januar 2014. Les brævið her. Til endamálið varð ein vegleiðing um niðurtøku av eldsløkkiskipanum við halóni gjørd. Hana skulu reiðarar og virkini (sum hava løggilding frá Sjóvinnustýrið at arbeiða við halón), fylgja. Her er listi hjá Sjóvinnustýrinum yvir virki, sum eru løggildað at arbeiða við halón

Altjóða reglur um ozonoyðandi evni

Kunngerðini um ozonoyðandi evni setir altjóða reglur í gildið í føroyska lóggávu. Talan er um ásetingar í Montreal protokollini (um evni, sum bróta niður ozonlagið) og um ásetingar í MARPOL sáttmálanum (anneks VI, um luftdálking frá skipum).

 

Vilt tú vita meira um útlát av ozonoyðandi evnum í Føroyum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Les meira - viðkomandi fyri skip

 

Les meira

 

Ozonoyðandi evni